Við Tórði á túri í Tilhaldinum millum Bóla í Kollafirði
MP4A-LATM•एपिसोड होम
Manage episode 396929309 series 1075262
Kringvarp Føroya द्वारा प्रदान की गई सामग्री. एपिसोड, ग्राफिक्स और पॉडकास्ट विवरण सहित सभी पॉडकास्ट सामग्री Kringvarp Føroya या उनके पॉडकास्ट प्लेटफ़ॉर्म पार्टनर द्वारा सीधे अपलोड और प्रदान की जाती है। यदि आपको लगता है कि कोई आपकी अनुमति के बिना आपके कॉपीराइट किए गए कार्य का उपयोग कर रहा है, तो आप यहां बताई गई प्रक्रिया का पालन कर सकते हैं https://hi.player.fm/legal।
Elvira Joensen er úr Leynum og hevur búð í Kollafirði síðani 1959. Hon situr í stovuni í Tilhaldinum millum Bóla og stoppar okkurt klæði. "Man treingir til at koma millum fólk viðhvørt", sigur Elvira, sum er ógviliga glað fyri Tilhaldið. Øssur av Steinum spælir bobb saman við øðrum monnum hvønn mánadag. Hann heldur at Tilhaldið er eitt hent tiltak, men tað skuldi verið størri undirtøka millum menninar. Konurnar eru raskari at møta upp, sigur hann. Annars heldur hann at tað er meira samanhald í bygdini nú enn fyrr, og tað hevur ítróttin æruna av. Hann harmast um, at Kollafjørður seldi seg ov bíliga tá lagt varð saman við Tórshavnar Kommunu. M.a. hava eingi grundstykki verið at fingið í Kollafirði og tí er fólkatalið minkað. Marjun Tjørnudal rokast í køkinum. "Fyri meg fer tíðin í Tilhaldinum annars við stokkum og práti um leyst og fast. Onkuntíð taka vit borðspøl", sigur Marjun. Trygvi Samuelsen greiðir í sendingini frá forsøguni til Tilhaldið og arbeiðnum at fáa eitt ellisheim. Upprunaliga savnaðu tey pengar til eitt ellisheim, og fólk og myndugleikarnir vóru hugað fyri tí. Tilhaldið kom burtur úr hesum arbeiðnum og eldsálin var Poula Christiansen, sála, sum var í bygdaráðnum í Kollafirði. Karin Hansen búði í Kollafirði í 22 ár, men hesi seinastu árini hevur hon búð í Danmark. Nú býr hon í íbúð í Havn. Hon er ikki bilsin av at fólkatalið í Kollafirði er minkað, tí hon hevur fýra børn, sum øll royndu at fáa grundstykki í Kollafirði. Tað eydnaðist ikki og tí búgva øll aðra staðni í dag. Karin heldur at tað er hugaligt at øll eru glað fyri at síggja seg aftur. 75 ára gamli Levi Danielsen er í Tilhaldinum bæði mánadag og mikudag. "Sum pensjonistur hevur man ikki nógv at gera, men eg keði meg ongantíð", sigur Levi, sum er glaður fyri Tilhaldið og heldur at tað er umráðandi at fólk møta upp. Torgerð Dam stendur fyri Tilhaldinum millum Bóla og hon staðfestir, at tað er fyrsta tilhald av sínum slag í landinum. Hon leggur dent á, at tað skal vera fjølbroytt virksemi í húsinum. Umframt boppspæl, kortspæl og prát, skipar leiðarin fyri sangi, bingo og at onkur kemur at siga frá upplivingum í lívinum. Og hon bakar regluliga í køkinum fyri at fáa tann hugnaliga luktin í húsinum. Bergfríð Anthoniussen er úr Nesinum uttast á Válinum. Mamma hennara var úr Kollafirði og sjálv hevur Bergfríð trivist væl her. Tey búðu fyrst í Havn, men fluttu so til Kollafjarðar, tí her vóru húsini bíligari. 97 ára gamli Jens Christian Joensen er í Tilhaldinum hvønn mánadag. Honum dámar væl at bobba og at spæla kort. Hann býr í Sambýlinum inni í Firði, og har er hann fyri tað mesta í seingini, tí hann keðir seg, sigur hann. Jens Christian hevur annars verið sjómaður og tey seinastu 10 árini var hann við donskum nótaskipi. Annars hevur hann siglt nógv við norskum línuskipum og eisini íslendskum trolarum. Í 20 ár var hann við sama skipara. Dánjal Pauli av Steinum hevur búð í Svøríki í 52 ár. Honum dámar væl at koma í Tilhaldið, nú hann vitjar í heimbygdini. Hann sigldi við svenskum skipum úti í verðini, tá hann búsetti seg í Svøríki. Simona Kristensen er hvønn tann einasta mánadag í Tilhaldinum. Hon heldur, at tað er umráðandi at pensjonistarnir í Kollafirði møta upp her, tí annars er vandi fyri at tey missa Tilhaldið. "Vit kundu verið nógv fleiri pensjonistar her. Tað er løgið, men summi halda seg blíva við at vera ov ung at koma, sjálvt tá tey eru yvir 90 ár", sigur Simona. Høgni Joensen er í Tilhaldinum bæði mánadag og mikudag og her gongur tíðin væl. Tá hann verður spurdur, sigur hann, at tað eru ikki so nógvar kollfarðasøgur longur at hoyra. "Fyrr fingu kollfirðingar skyldina fyri alt. Men veruleikin er tann, at teir stóru orginalarnir í bygdini eru burtur", sigur Høgni.
…
continue reading
51 एपिसोडस